5 góð ráð til títt CV

Følir tú at títt CV ikki er heilt liðugt? Er tað nakað tú hevur gloymt at skriva, ella nakað sum tú ikki skuldi havt við? Her eru nøkur góð ráð at hava í mentu, tá tú skrivar títt CV til tína næsta arbeiðsumsókn.

  1. Nevn bert viðkomandi útbúgvingar og starvsroyndir

Tað er umráðandi, at skilja tær viðkomandi royndirnar burturfrá teimum óviðkomandi. Tað, at tú vart ein avloysari í einum fiskavirkið í 2012 er ikki serliga viðkomandi um tú søkir starv sum móttøkufólk hjá einum stovni. Tó so kunnu óviðkomandi royndirnar innibera viðkomandi royndir. Um tú, ígjøgnum títt starv sum avloysari á einum fiskavirkið, nú er vanur við at arbeiða longri, ella at taka eyka, vaktir kanst tú skriva tann vanan inn í tíni persónslýsing.

Soleiðis kundi tú seta eginleikan í persónslýsingina.

“… Eg eri viljasterkur og nærlagdur til at gera arbeiði til tað er liðugt.”

  • Frítíðar ítriv, sjálvboði arbeiði o.a. kann eisini vera virðismikið

Um tú millum annað hevur verið samskipari av einum tiltakið, venjari á einum fótbóltsliði o.a. kanst tú eisini brúka hetta til at vísa á evnir tú hevur. Sum í punkti 1, so kanst tú velja viðkomandi kunning á hesum økinum, sum kann økja tínar møguleikar at koma í samrøðu.

  • Hugsa um sniðið á CVnum

Hetta inniber evnir sum val av fonti, kontakt upplýsing, eina portrait mynd o.a.

Dømi uppá font kundi verið Times New Roman ella Helvetica. Tú kanst skriva teldupost, telefon nummar og adressu og seta myndina av tær sjálvum á fyrstu síðu saman við persónslýsingini.

  • Leita eftir lyklaorðum í starvslýsingini

Næstuferð tú hyggur eftir eini starvslýsing, hygg eftir hvørji lyklaorð vera brúkt.

Dømi, Stovnur søkir KT-Ráðgeva:

“Søkt verður eftir einum ábyrgdarfullum og tænastusinnaðum KT-ráðgeva… tú kemur at geva títt íkast at menna og røkja KT- kervið í Føroyum, Danmark og Grønlandi.”

Í tekstinum vísur stovnurin á, at tey søkja ein persón, sum er ábyrgdarfullur, er tænastusinnaður, er sjálvbjargin í arbeiðsbyruni og hevur góð samskiftis evnir.

At miðja títt CV rundanum lýsingarorðini brúkt starvslýsing kann vera ein einkultur máti at fanga áhugan hjá søkjaranum.

Við at taka hesi lýsingarorðini við í Cvði ella umsóknina vísur tú á tín førleika at nøkta tørvin, sum stovnurin søkir:

“Ábyrgarfullur, tænastusinnaður, sjálvbjargin og royndur KT-verkfrøðingur, ið leggur dent á gott og tíðiligt samskifti”.

  • Dagfør

Um tú søkir ymisk størv hjálpur tað at dagføra títt CV, so tað passar til tað arbeiði tú søkir eftir. Tínar royndir og førleikar økjast eisini við tíðini og gevur hetta tær eisini meira tilfar, at leggja afturat tínum CV.