Heilsuhjálparar til eldrasambýlið og heimatænastuna í Kollafirði

Fulltíðarstarv Tórshavn in Annað Send boð
  • Deil:

Starvslýsing

Á Eldrasambýlinum í Kollafirði eru 7 av teimum 204 búplássunum í Heilsu- og umsorganartænastuni.
 
Sum heilsuhjálpari í Kollafirði kemur tú at arbeiða saman við heilsuhjálparum, heilusrøktarum og sjúkrarøktarfrøðingum. Saman veita tit eina dygdargóða røkt til borgarar, sum búgva heima í Kollafirði og í Kaldbak og teimum sum búgva inni á eldrasambýlinum.
 
Til heimabúgvandi verður grundleggjandi persónlig røkt veitt, meðan uppgávurnar á eldrasambýlinum eru umframt at veita røkt og umsorgan, eisini tað, sum hoyrir til eitt vanligt húsarhald, til dømis matgerð, klædnavask, innkeyp og reingerð.


SØKT VERÐUR EFTIR:

einum heilsuhjálpara á setanarbrøki 0,5 svarandi til 20 tímar
um vikuna. Arbeiðstíðin er gerandisdagar frá kl. 8.00 til 12.00

einum heilsuhjálpara á setanarbrøki 0,5 svarandi til 20 tímar
um vikuna. Arbeiðstíðin er skiftandi vaktir og 3. hvørt vikuskifti

Avloysarar til vikuskiftisvaktir


VIT VÆNTA, AT TÚ:
Hevur prógv sum heilsuhjálpari
Hevur góðan yrkisligan og menniskjaligan førleika
Hevur góð samstarvsevnir og megnar at samstarva tvørfakliga
Er støðug, ábyrgdarfull og røkin í tínum arbeiði
Kann arbeiða sjálvstøðugt
Hevur koyrikort

VIT BJÓÐA
Eitt sjálvstøðugt og spennandi starv við avbjóðingum og møguleika fyri fakligari og persónligari menning, har tú fært góða innleiðslu og góðar starvsfelagar.

SETANARVIÐURSKIFTI
Starvið verður sett 1. desember 2020 ella skjótast gjørligt og lønt sambært sáttmála við KAF og Heilsuhjálparafelagið. Søkir skikkaður umsøkjari ikki starvið, kann annar fakbólkur verða settur, um so er, verða uppgávurnar tillagaðar fakbólkin.

 
MEIRA FÆST AT VITA
Nærri fæst at vita um størvini við at venda sær til Magnu Hammer á telefon 793183 ella umvegis teldupost magnah@torshavn.fo


UMSÓKN

Umsókn saman við prógvum, góðkenning og upplýsingum um útbúgving og royndir verður at senda til torshavn@torshavn.fo. Viðmerkjast skal: „Heilsuhjálparar til Kollafjørð“.
 
Umsóknarfreistin er 21. oktober 2020.
 


Trýst á leinki https://youtu.be/mXLZXTAszI4, íð vísir eina arbeiðsstøðu í Heimatænastuni

 
 
 
 
 
Umsóknarfreistin er liðug