Hjálp, eg skal skriva umsókn

Tú sært ein starvslýsing av einum áhugaverdum arbeiði, og hugsar ‘’HATTA er akkurát tað, eg má senda teimum eina umsókn’’, men hvat skalt tú hugsa um, tá tú skrivar eina umsókn? Her eru nøkur tipp, til tín ið skal skriva umsókn.

Gev tær tíð

Ikki skunda umsóknina ígjøgnum, gev tær heldur stundir til at skriva og hygg aftur á umsóknina við frískum eygum, áðrenn tú sendur hana. Er umsóknin illa skriva ella skunda í gjøgnum, kann arbeiðsgevarin gerast av tí fatan, at hetta ikki hevur serligan týdning fyri teg. Tað er eisini eitt gott hugskot at fáa onkran tú kennir at lesa umsóknina ígjøgnum, fyri at tryggja at ongar villur eru, og at hon er løtt at lesa.

Ongar ‘’Copy and paste’’ -umsóknir

Tá tú skrivar umsókn, skalt tú skriva umsóknina til starvið og ikki til fleiri størv. Umsóknin skal verða málrætta eftir einum ávísum arbeiðið, tí ein arbeiðsgevari, ið hevur lisið nógvar umsóknir gjøgnum ár og dag, skilur lætt ímillum um sama umsóknin verður send út til fleiri arbeiðspláss. Ger heldur umsóknina málrættaða til ávísa starvið, har tú vísur á hví tú søkir júst hetta starvið.

Vís teg frá tíni bestu síðu

Ja eg veit, tað er ikki altíð so lætt at rósa sær sjálvum. Men tá tú søkir eitt starv, er tað umráðandi at gera greitt fyri arbeiðsgevaranum, hví hann skal velja júst teg, heldur enn onkran annan. Ikki lúgva, og finn uppá ymiskt, men fortel tínar styrkir, hvat tú dugur væl, og hvat motiverar teg til at arbeiða. Kanst tú knýta hetta saman við tí, ið tey søkja eftir í starvslýsingini, so ert tú á einari góðari leið. Heldur tú tað verða ov torført at skriva hvat tínar styrkir eru, spyr so onkran ið kennir teg væl.

Less is more

Tað er sjálvandi gott at hava starvsroyndir ella sjálvboðið arbeiðið at vísa á, men ikki nýta hetta bara sum ífyllu til umsóknina. Hugsa heldur, um tað hevur týdning fyri arbeiðsgevaran at vita, at tú bar bløð út tá tú vart 15, nú tá tú ert 30 og søkir starv sum verkfrøðingur? Hugsa eisini um longdina av umsóknini. Arbeiðsgevarar hava ofta fleiri umsóknir at lesa, tí er skilagott at ikki gera umsóknina ov langa.

Mynd við ella ikki?

Sum oftast er tað valfrítt, um ein velur at hava mynd við í umsóknini ella ikki. At hava mynd við í umsóknini gevur arbeiðsgevaranum møguleika fyri, at seta andlit til orðini í umsóknini, og kann tí lættari skapa sær eitt óbeinleiðis samband við teg sum persón.

Ver tú

Tað er tú ið søkir starvið, og tað er tú ið vónandi skal arbeiða saman við hesum fólkum, ið skulu lesa tína umsókn. Tí hevur tað stóran týdning, at tú ikki roynir at standa fram sum onkur tú ikki ert. Og minst til, umsóknin er títt atgongumerki inn til samrøðu, so ger títt besta fyri at fáa eina góða umsókn!