Um Lao

Lao.fo - Finn títt dreymastarv

Ert tú áhugaður í at fáa eitt starv, eitt lestrarstarv ella eitt eykastarv?

Lao knýtir samband ímillum arbeiðarar og arbeiðsgevarar. Hetta fyri, at tú og tín komandi arbeiðsgevari skjótt og lætt kunnu finna saman og samskifta tykkara millum. Vilt tú finna títt dreymastarv? Trýst her fyri at stovna tær ein brúkara. Set títt lívsrensl (CV) á portalin og vís á hvørjar arbeiðsuppgávur tú ert áhugaður í, so ert tú komin í gongd!

Sum lærlingur ella lesandi kann tað vera torført, at fáa endarnar at røkka saman fíggjarliga. Hetta kenna vit í Lao alt til. ’Tí var lao.fo stovna – fyri at virka
sum eitt bindilið millum arbeiðsgevarar og arbeiðstakarar, ið ger tað ómakaleyst hjá tær sum arbeiðstakara at fáa starv.

Sambandið verður knýtt ígjøgnum Lao.

Søga

Maðurin aftanfyri Lao.fo eitur Rói Hansen og hevur tey seinastu árini verði undir lesnað á ávikavist Hægri Handilskúla, Marknaðarførslubúskap og Bachelor innan Innovatión og Íværksetan. Felags nevnarin fyri øll árini Rói hevur lisið, er, at hann hevur havt tørv á einum lestrarstarvið fyri at dekka útreiðslurnar. Tí stovnaði Rói eina fyritøku, ið leigar arbeiðsmegi út og gjørt ein platform, sum ger tað skjótt og einfalt fyri ein og hvønn at finna rætta arbeiði, og geva øllum møguleian at fáa eina eyka inntøku.

Skráset brúkara

Vel um tú leitar eftir arbeiði ella um tú ert ein arbeiðsgevari

Dagfør tín vanga

Tá brúkarin er stovnaður, kanst tú gera tillagingar fyri at gera tí vanga meira áhugaverdan.

Leita eftir tínum dreyma arbeiði

Okkara leiti funka ger tað skjótt og einfalt at finna arbeiði ið passar júst til tín.

Søk eftir arbeiði ella arbeiðsfólki

Arbeiðssøkjandi kunnu søkja eftir arbeiði inniá tú lýsingini sum fyritøkurnar hava gjørt. Fyritøkurnar kunnu viðgera umsøknurnar inniá sína vanga.